Kreativ Gelprent Verkstova. Skeiði er 5 tímar. kl.14:30 - 19:30

Lærari er: Edith Mørkøre

Skeiði kostar 300 kr. + tilfar + avgreiðslugjald á 20 kr.

Skeiði er í 5 tímar. 

Pláss er fyri 8 næmingum.

Vit arbeiða stig fyri stig frá tí heilt einfalda til tað meiri krevjandi.
Vit taka mynstur úr náttúruni, gerandisdegnum og
ítrivsheiminum við inn í myndaevnini.
Vit styrkja um litvitan í verki og finna fram til litir í løgum, heldur
enn at blanda okkum fram til litirnar.
Øll amboð og alt tilfar, sum luttakararnir brúka í arbeiðinum á
verkstovuni, standa klár frá byrjan tvs. plátur, amboð, svertur í
fleiri litum og óavmarkað royndarpappír.
Hágóðsku prentørk o.s.v. kunnu keypast á verkstovuni.
Alt tilfar, sum verður nýtt á verkstovuni er umhvørvisvinarligt og
ikki eitrandi.
Verkstovurnar verða tillagaðar luttakarunum.
Ver í arbeiðsklæðum.
Max luttakaratal 8

Fyrsti skeiðsdagur
21. februar 2026
Seinasti skeiðsdagur
21. februar 2026
Frá kl.
14:30
Til kl.
19.30
Staður
TOFTA SKÚLI
Telefon
Teldupostur
Prísur
300 + tilfar
Tilmelda