
GITTARI
Gittari / klaver
Undirvísari er Ronny Jacobsen
Skeiðini eru ætlað nýbyrjarum og víðarikomnum.
Luttakarin velur sjálvur um hann vil venja gittara ella klaver.
Undirvísing er mánadag ella mikudag.
Undirvísingin verður í tónleikahølinum í Tofta skúla mánadag og mikudag millum kl.16:00 - 22:00 og frálæran er ein til ein (uml. 20-25 minuttir pr. næming.) Avtala er millum næming og lærara hvat kl. ein eigur at møta inn til undirvísing.
Pláss er fyri 15 næmingum á hvørjum holdi pr. dag
Onki aldursmark.
Skeiðið kostar 500 kr. + 20 kr. avgreiðslugjald.