
VITLÍKI Á BYRJNARSTØÐI
Vitlíki á byrjanarstøði
Inngangur til vitlíki Longd: 6 tímar, frá kl.09:00 - 15:00
Øll skula hava TELDU við til skeiði.
Prísur: 300 kr. + avgreiðslugjald 10 kr.
Undirvísari: Jóhannus Mikkelsen
Málbólkur: Øll, sum hava áhuga fyri vitlíki Innihald:
Á hesum skeiði fáa luttakararnir eina grundleggjandi innføring í vitlíki (AI).
Vit byrja við teimum grundleggjandi spurningunum:
Hvat er vitlíki? Ein einføld gjøgnumgongd av, hvat vit meina við vitlíki, og hvussu vit longu í dag møta vitlíki í gerandisdegnum.
Hvussu virkar vitlíki? Ein lættskiljandi frágreiðing um, hvussu vitlíki lærir av dátum, og hvussu tað er øðrvísi enn siðbundin forrit.
Hvat kann vitlíki brúkast til? Dømi úr arbeiðslívi, útbúgving og privatlívi – bæði møguleikar og avmarkingar.
Hvussu kann eg sjálvur brúka vitlíki? Praktiskar venjingar, har luttakararnir royna kend vitlíkis-amboð til uppgávuloysing, hugskotsmenning og sum persónligan hjálpara.