
MORGUN FIMLEIKUR
Undirvísari: Poula í Frammistovu.
Luttøkugjald er: 300 kr + avgreiðslugjald á 20 kr.
Poula í Frammistovu er nýggjur venjari til morgun fimleik í ár. Hon er frá Hvannasundi og býr í dag í Saltangará.
Hon er útbúgvin persónligur venjari og hevur bachelor í ernæring og sundhed.
Hon kemur at hava morgun venjing í fimleikahøllini í Tofta skúla, týsmorgun og fríggjamorgun kl. 06:00 til 06:45.
At hava við til venjing: Innandura skógvar, vatn fløsku og handklæði.
Venjingin er fyri kvinnur og menn í øllum aldri, øll eru vælkomin :)