PRUTL KOYRIKORT
2.000 kr + avgreiðslugjald á 50 kr.
Aldursmark: Luttarkarin skal hava fylt 15 ár innan 31. oktober.
Mannagongd:
Frálæran er løgd til rættis við 27 skúlatímum á 45 minuttir hvør. Her eru 15 tímar í ástøðisfrálæru og 12 tímar í verkligari koyrifrálæru.
Næmingurin skal hava lógligt prutl við til undirvísingina. Loyvi at koyra millum heim og undirvísingarstað, í undirvísingartíðarskeiðinum, verður givið.
Er tú undir 18 ár, krevst eisini, at tú hevur verið á skeið í fyrstuhjálp. Kvøldskúlin bjóðar eisini hetta skeiðið út, og fevnir tað um 8 tímar í frálæru. 4 tímar eru í grundleggjandi uppafturlívgan og 4 tímar í fyrstuhjálp í ferðsluni fyri ungar prutlførarar.
Endalig ástøðisroynd og verklig roynd verður á Akstovuni.
Persónsupplýsningar:
Navn, bústaður, teldupostur, tlf. nr. og føðingardagur.
Kostnaður:
Kostnaðurin fyri koyrikortið er 2000 kr. Í gjaldinum er teorifrálæra, koyrifrálæra, teoribók, fyrstuhjálparskeið, gjald til akstovuna fyri ástøðis og verkligu royndirnar á 150kr og sjálv útgávan av koyrikortinum, sum kostar 150kr.
Fyrsti undirvísingardagur verður týskvøldi 8. Septemberí Tofta skúla kl.18.00.
Hetta fyrsta kvøldið verður millum annað avtalað, hvørji kvøld luttakararnir fara at møta framyvir.
Vinaliga Hugo Kristiansen