GITTARI
Undirvísari er Sonni Dalheim
Skeiðini eru ætlað nýbyrjarum og víðarikomnum.
Luttakarin má eiga gittara og venja heima.
Undirvísing er hósdag kl.17:00 - 21:00
Undirvísingin verður í tónleikahølinum í Tofta skúla og frálæran er ein til ein (uml. 20-25 minuttir pr. næming.)
Avtala er millum næming og lærara hvat kl. ein eigur at møta inn til undirvísing.
Pláss er fyri 12 næmingum.
Onki aldursmark.
Skeiðið kostar 600 kr. + 30 kr. avgreiðslugjald.