GER FILM VIÐ FARTELEFONUNI

 

Amboðið hevur tú longu í lummanum! Og á hesum 3-daga byrjanarskeiðinum lærir tú at brúka tað. Vit halda tað heilt einkult. Tað einasta tólið tær nýtist er snildtelefonin.

Vit fara ígjøgnum tær týdningarmestu grundreglurnar, so tú altíð kanst fáa tað besta úrslitið: at halda telefonina støðuga, finna gott ljós, fáa greiða rødd so læra vit sjálvandi eisini at seta alt saman, leggja ljóð til og at klippa.

Á skeiðnum arbeiða vit við ókeypis forritinum CapCut.

Nær: 

Fríggjadagin 6. november kl. 17-20 og 7. og 28. november kl. 13-17

Kostnaður: 300 kr.

Øll vælkomin :)

 

Fyrsti skeiðsdagur
6. november 2026
Seinasti skeiðsdagur
8. november 2026
Frá kl.
17:00
Til kl.
20:00
Staður
TOFTA SKÚLI
Telefon
Teldupostur
Prísur
300
Tilmelda