KVINNA - VERÐ TÍN EGIN HÚSAVØRUR
Kvinna - verð tín egni húsavørður
Kvinna, verð tín egni húsavørður.
Eigur tú hús, íbúð ella annað, og ivast, hvussu tað skal haldast ?
Kom við á skeið har vit gjøgnumganga, hvussu eini hús skulu viðlíkahaldast og hvussu vit sjálvi kunnu gera smáar umvælingar inni sum úti.
Vit gjøgnumganga, hvussu ein bygningur sum heild er uppbygdur og hvat skal eftirhyggjast javnan. Vit hyggja eftir øllum frá EL, VVS, hitaskipanum, hurðum, vindeygum og mongum øðrum.
Vit fara eisini at fáa skil uppá hvørji amboð, skrúvur, plugs, bor o.a. vit skulu brúka.
Hædd verður eisini tikið fyri ynskjum frá næmingum.
Allar kvinnur frá 15 árum eru vælkomnar.
Pláss er fyri 16 luttakarum (gentum/kvinnum).
skeiði kostar 600 kr. + 30 kr. avgreiðslugjald. (við í prísinum er tilfar tit brúka til skeiði)
Undirvísari er Ingrid Poulsen.
Fyrsti skeiðsdagur
27. oktober 2026
Seinasti skeiðsdagur
5. desember 2026