SÚRDEIGGJ - FRÁ STARTARA TIL NÝBAKA BREYÐ

 

Súrdeiggj – frá startara til nýbakað breyð ????????

At baka við súrdeiggi kann tykjast fløkt, men tá tú fyrst skilur, hvat hendir í deiginum og lærir at lesa tað av, verður tað nógv lættari at fáa súrdeiggj inn sum ein natúrligan part av gerandisdegnum.

Á hesum skeiðnum fara vit at læra grundleggjandi um súrdeiggj – hvussu tú gert og røkir ein súrdeigsstartara, hvussu tú sært, nær hann er klárur at baka við, og hvussu fermentering, tíð og hitastig ávirka deiggið og tað lidna breyðið.

Vit fara gjøgnum alla tilgongdina frá startara til breyð og tosa eisini um vanligar avbjóðingar: Hví reisir deiggið seg ikki? Nær er tað liðugt fermenterað? Hvussu ofta skal startarin matast? Og hvussu kanst tú baka við súrdeiggi uttan at laga allan gerandisdagin eftir breyðinum? Kann man nýta ger eisini?

Skeiðið verður ein blanding av frálæru, framløgu og praktiskum arbeiði. Sára fer at vísa ymisk stig í tilgongdini, og luttakararnir sleppa sjálvir at arbeiða við súrdeiggi og fáa súrdeigsstartara við heim umfram breyðið, tey júst hava elt saman, so tey kunnu halda fram við bakstrinum heima.

 

Endamálið er, at tú fert heim við einum livandi súrdeigsstartara, praktiskari vitan og størri tryggleika í at baka við súrdeiggi sjálv/ur. ????????

 

Skeiði kostar 500 kr + avgreiðslugjald á 20 kr.

Pláss er fyri 12 luttakarum

Fyrsti skeiðsdagur
21. november 2026
Seinasti skeiðsdagur
21. november 2026
Frá kl.
19:00
Til kl.
22:00
Staður
TOFTA SKÚLI
Telefon
Teldupostur
Prísur
500
Tilmelda