TÁLG - FRÁ RÁÐUM FEITTI TIL BRÚKLIGA VØRU

Tálg – frá siðbundnum ráevni til matgerð og húðrøkt ????????

Tálg hevur verið altíð verið nýtt, men seinastu árini hava nógv av okkum gloymt, hvussu fjølbroytt og hent hetta ráevnið í veruleikanum er.

Á hesum skeiðnum fara vit at læra um tálg frá seyði og neyti – hvat tálg er, hvussu hon verður smeltað, reinsað og goymd, og hvussu hon kann nýtast bæði í matgerð, húðrøkt og til onnur endamál í heiminum.

Vit fara eisini at hyggja at tálg í einum siðbundnum og nútímans høpi og tosa um, hvussu vit kunnu fáa meira burtur úr einum ráevni, sum vit longu hava rundan um okkum.

Skeiðið verður ein blanding av fyrilestri/framløgu og verkstovu. Sára fer at vísa ymisk stig í tilgongdini, og luttakararnir sleppa sjálvir at royna seg og gera sítna egnu tálgvøru at taka heim við.

Endamálið er, at tú fert heim við bæði praktiskari vitan, íblástri og førleikanum at fara undir at nýta tálg sjálv/ur. ????

 

Skeiði kostar 500 kr. + 20 kr. avgreiðslugjald.

 

Fyrsti skeiðsdagur
20. november 2026
Seinasti skeiðsdagur
27. november 2026
Frá kl.
19:00
Til kl.
22:00
Staður
TOFTA SKÚLI
Telefon
Teldupostur
Prísur
500
Tilmelda