
PRENTLIST - LINOSKURÐUR
Lærari er: Oggi Lamhauge
Linoskurður er ein grafisk prentgrein, har skorið verður niður í linoliumsplátir. Síðan verður linoplátan valsa inn við prentliti og prenta á pappír. Tað burturskorna gevur ongan lit, meðan tað, ið er eftir gevur litin.
Til ber at prenta við fleiri litum, sum eitt nú Janus Kanban gjørdi, ella prenta einlitt sum Elinborg Lützen.
14 ára aldursmark.
Skeiði kostar 300 kr. + tilfar.